4 tíma introskeið í havkajakk

From: 995 kr.

4 tíma introskeið í havkajakk

Hetta stutta byrjaraskeiðið er perfekt fyri teg, sum vilt royna havkajakk fyri fyrstu ferð. Á skeiðnum lærir tú grundleggjandi rógving, trygd á sjónum og einfaldar teknikkir í einum tryggum og avslappaðum umhvørvi.

Skeiðið gevur tær eitt gott grundarlag og møguleika at arbeiða víðari móti IPP1-sertifikati, um tú kemur nøktandi ígjøgnum skeiðið.

SKU: IPP1 Categories: , Tag:

Description

4 tíma introskeið í havkajakk – byrjanin á tíni kajakkferð

Vilt tú vita, um havkajakk er nakað fyri teg?
Ella hevur tú bara hug at hava ein góðan dag á sjónum saman við vinum ella øðrum rógvarum?

Hetta 4 tíma introskeiðið er ætlað byrjarum og krevur ongar royndir. Tú fært eina trygga og stuttliga innleiðing í havkajakrógving, har vit arbeiða við grundleggjandi teknikki, trygd og rógvigleði á sjónum.


Praktisk kunning

Dato: Vel dag í listanum omanfyri
Staður: Hósvík


Hvat fert tú at læra?

Á skeiðnum fært tú eina góða grundvitan um havkajakkir og trygd á sjónum. Vit byrja við einari stuttari introduktión til kajakk, útgerð og sjógvin, áðrenn vit fara á vatnið.

Á skeiðnum arbeiða vit við einfaldum og grundleggjandi førleikum, sum gera rógvingina lættari og tryggari. Tað verður eisini tíð til eitt sindur av spæli og túrrógving, so tú kanst læra í tínum egna tempo.


Innihald á skeiðnum

  • Introduktión til útgerð, klæðir, havkajakk og ár/pagaj

  • Rættan lyftiteknikk

  • Vatntilvenjing og trygd á sjónum

  • Koma í og úr kajakkini

  • Frammrógving

  • Rógva aftureftir

  • Runttak / fejetak

  • 360° vendingar og rógva í 8-tal

  • Koppa, svimja í land og tøma kajakkina

  • Stopptak

  • Ferðsla í náttúruni og atlit til náttúruna

  • Lágt stuðulstak

  • Afturrór

  • Síðuflyting við trekktaki

  • Síðuflyting við 8-talstaki

  • Og ymiskt annað.

Praktiskt – hetta skalt tú vita

Um neyðugt, kanst tú læna:

  • Turrdrakt

  • Svimjivest

  • Skógvar

  • Havkajakk

  • Ár / pagaj

  • Spraydeck

  • Pumpu

Tú skalt sjálv/ur hava:

  • Skiftiklæði

  • Handklæði (um tú blívur vát/ur)

  • Klæði at vera í undir turrdraktini til dømis: sveitttransporterandi ítróttarklæði / skiundirklæði gjarna 2 løg


IPP1 – næsta stig

Um tú kemur nøktandi ígjøgnum skeiðið, kanst tú bíleggja eitt IPP1-sertifikat her á heimasíðuni.
Sertifikatið váttar, at tú hevur náð IPP1-støði sambært standardinum hjá Dansk Kano- og Kajakforbund.

👉 Les meira um IPP-útbúgvingarnar her:
https://www.kano-kajak.dk/uddannelse/ipp-roeruddannelse/havkajak/

Additional information

Kunning

Vit hava:
Turrdrakt, Svimjivest, Skógvar
Kajakk, pagaj/ár, spraydeck, pumpu

At hava við:
Matpakka. og okkurt heitt at drekka, skiftiklæði, handklæði til um tú blívur vát/ur,

At vera í undir turrdraktini: sveitttransporterandi ítróttarklæði / skiundirklæði

Um tú kemur nøktandi ígjøknum skeiðið fær tú eitt IPP1 certifikat frá Dansk Kano- og Kajakforbund, les meira um IPP útbúgvingarnar á teirra heimasíðu: https://www.kano-kajak.dk/uddannelse/ipp-roeruddannelse/havkajak/

Reviews

There are no reviews yet.

Be the first to review “4 tíma introskeið í havkajakk”

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.