Millumstøði í havkajakk – kom eitt stig nærri at vera sjálvstøðugur rógvarari

2800 kr.

Millumstøði havkajakk (IPP3 / Sea Kayak Award) er ein modulbygd tilgongd fyri rógvarar, sum longu hava grundførleikar og vilja gerast sjálvstøðugir og tryggir í livandi sjógvi.

Tú arbeiðir miðvíst saman við hinum luttakarunum við teori og praksis yvir eitt tíðarskeið – frá bjargingum og rollum á sjónum, til at lenda í surf/aldu, navigatión, streym og planlegging av kajakktúrum.

Undirvíst verður í smáum bólkum við persónligari vegleiðing, og skeiðið fyrireikar teg til altjóða sertifiseringar so sum IPP3 roynd / Sea Kayak Award . Mentorleiðsla er íroknað fyri málrættaða menning.

SKU: N/A Categories: ,

Description

Millumstøði í havkajakk (klárgerð til IPP3 / Sea Kayak Award )

Kom eitt stig nærri at vera sjálvstøðugur rógvarari.

At kenna seg tryggan á sjónum er lykilin til at gerast ein dugnaligur og sjálvstøðugur rógvari. Hetta skeiðið á millumstøði havkajakk-skeiðið er skipað sum ein tilgongd, har tú arbeiðir miðvíst við bæði teori og praksis yvir eitt tíðarskeið.

Skeiðið er ætlað rógvarum, sum longu hava eitt gott grundarlag og vilja flyta sínar førleikar eitt stig longur – við betri ræði, tryggari avgerðum og størri sjálvsáliti í livandi sjógvi á strandarøkjum (coastal envioroments ).


Skeiðið er uppbygt sum ein tilgongd

Henda tilgongdin er í modulum og er samansett av:

  • Felags teori-undirvísing (in person)

  • Praktiskum venjingardøgum á sjónum

  • Sjálvstøðugt arbeiði við teori og praktiskum kajakførleikum millum felags venjingar

Hetta gevur tær møguleika at arbeiða í tínum egna tempo, samstundis sum tú fært greiða vegleiðing, uppfylging og málrættaða menning fram móti IPP3 royndini / Sea Kayak Award.


Hvat byggir skeiðið á?

Skeiðið byggir víðari á grundleggjandi kajakteknikkir og førir teg inn í meira krevjandi umstøður, so sum streym, brim og grýttar strandir. Tú fert at menna tær førleikar, vitan og sjálvsálitið sum krevst fyri at  fáa sum mest burturúr tínum kajakktúrum runt alt landið.

Tá tú hevur gjøgnumført tilgongdina, kanst tú arbeiða víðari móti altjóða viðurkendum prógvum gjøgnum IPP3 í IPP skipanini hjá Danish Canoeing Association og/ella PaddleUK Sea Kayak Award. Skeiðið fyrireikar teg miðvíst til eina komandi roynd (assessment).


Høvuðsøkir, vit arbeiða við

  • Bjargingar og frammferað og strategiir: Sjálv og makkara bjargingar, rull. Rógvara-rollur og atburður á sjónum sum økja um trygd og sjálvsálit

  • Surfhandfaring: Ferðast gjøknum brim/surf Inn- og útferð gjøgnum brim/surf, at stýra kajakki í surfs, surf í íðum, “Rockhoppin” oa.

  • Navigatión, kort,  streymur og túr planlegging: Veðurforsagnir, sjóvarfall og planlegging av túrum upp til 20-25 km á opnari strandalinju (open coast )

  • Trygd og handfaring av trygdarstøðum: at sleipa, neyðsignalir og samskifti og reperatiónir oa.
  • Víðkaðir persónligir førleikar: Manovrering í trongum økjum, streymi, tungum sjógvi, vindi. Rull á sjónum oa.

  • Uppbygging av amboðssettum: Reperatións sett og fyrstu hjálpar sett og onnur klárgerð til møguligar royndir

At gerast sjálvbjargin rógvari

Henda tilgongdin flytir rógvarar frá leiðandi undirvísing til sjálvstøðugar upplivingar. Undirvíst verður í smáum bólkum við persónligari vegleiðing, og tú lærir at taka sjálvstøðugar avgerðir – bæði til solo- og bólkarógving.

Dentur verður lagdur á:

  • goða dømmikraft

  • trygga rógving í skiftandi umstøðum

  • ábyrgdarfulla ferðing á sjónum


Krøv

  • IPP2 Sertifikat ella líknandi førleikar.
  • Góðan kropsligan form og at vera tryggur við sjógvin

  • Førleiki at svimja ella flóta trygt í opnum sjógvi (í turrdrakt)


Hetta veita vit

  • Havkajakkar um neyðugt

  • Bjargingarvestar (PFD)

  • Sprayskjúrt

  • Árar

  • Vatntættar posar

  • Persónliga vegleiðing við menningar uppfylging og afturmelding


Skeiðstíðir & mentorleiðsla

IPP3 / Sea Kayak Award tilgongd verður hildin alt árið og verður sett í gongd, tá minst tveir rógvarar eru tilmeldaðir.

Fyri rógvarar, sum vilja arbeiða longur og meira miðvíst við sínum førleikum, bjóða vit eisini langtíðar mentorleiðslu, har tilgongdin verður víðkað við skipaðari menning yvir fleiri mánaðir.

Reviews

There are no reviews yet.

Be the first to review “Millumstøði í havkajakk – kom eitt stig nærri at vera sjálvstøðugur rógvarari”

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.