Tað er sera umráðandi at duga at bjarga sær sjálvum og teimum ein rør saman við, um ein skuldi koppa á einum kajakktúri.
Tí er altíð skilagott at venja bjargingar av og á. Bæði óvandir og vandir rógvarar eiga regluliga at venja bjargingar fyri at tryggja at øll eru trygg á sjónum.
Ein kann skjótt koma illa fyri um ein koppar og bjargingin t.d miseydnast nakrar ferðir ella tekur ov langa tíð.
Vit hoyra ofta at fólk halda seg kunna svimja inn á land. Tað ynskja vit at undganga, tí tað er tungt at svimja í turrdrakt,vesti og spraydeck um miðuna. Ein lítil teinur á bert 50 m kann vera ov møtimykil fyri sjálvt tann besta svimjaran.
GG. Filmklippini vera útskift við betri upptøkur, so skjótt vit fáa møguleika til tað.
Leave a Reply
You must be logged in to post a comment.