Um

Sigurð Davidsen sum er útbúgvin sum British Canoeing Seakayak Leader Tidal & kajakkinstruktør (DKF-Instruktør 2 í havkajakk) er eigari av Kajakk.fo. Sigurð hevur royndir við at leiða bólkar í Føroyum, Svalbard, Íslandi og Grønlandi.
Kajakk.fo er ein Kajakkskúli, sum bjóðar kajakkútbúgvingar á IPP1 og IPP2 støði. Eisini bjóða vit túrar við ferðaleiðara, Bólkatúrar/starvsfólkatiltøk og leiga kajakkir út til royndar rógvarar.
Okkara mál er at læra fólk trygt at ferðast í havkajakkum. Geva tykkum neyðugu vitan og førleikar, so tit kunna koma væl í gongd við hesum góða ítrótti, sum gevur okkum møguleikan at koma út í náttúruna og njóta hana frá einum øðrum vinkli, eisini eygleiða ríka fuglalívið og finna friðin á sjónum.
