16 tíma intro/grundskeið í havkajakk (IPP2)

From: 2300 kr.

16 tíma grundskeið í havkajakki (IPP2)

Hetta skeiðið er ætlað øllum, sum vilja læra havkajakk frá grundini – ongar royndir eru kravdar.

Tú lærir grundleggjandi rógving, trygd og bjargingar, og um tú kemur nøktandi ígjøgnum skeiðið, kanst tú bíleggja og keypa eitt IPP2-sertifikat.

SKU: IPP2 Categories: , Tags: , , ,

Description

16 tíma grundskeið í havkajakk (IPP2)

Hetta grundskeiðið er ætlað øllum, sum vilja læra havkajakk rógving frá grundini – ongin forkunnleiki/royndir er kravt. Skeiðið gevur tær eitt trygt og gott grundarlag, so tú kanst rógva styttri túrar og dagstúrar í vardum sjóøki við betri ræði og sjálvsáliti.

Eftir skeiðið hevur tú teir grundleggjandi førleikarnar, sum krevjast fyri at melda teg í eitt kajakkfelag og halda fram við venjing saman við øðrum rógvarum.


Praktisk kunning

Tíð: 16 tímar (vanliga yvir eitt vikuskifti)
Byrjan: Leygardag kl. 09.00
Endi: Sunnudag kl. 17.00

Staður: Hósvík
(Eru tit 6–8 rógvarar, sum ynskja skeið aðrastaðni í Føroyum, send okkum ein fyrispurning.)


Hvat fert tú at læra?

Á skeiðnum arbeiða vit við eini breiðari røð av grundleggjandi teknikkum og trygdarførleikum, sum gera havkajakrógvingina lættari, tryggari og stuttligari. Tú fært góða tíð at royna allar teknikkir í praksis.

Vit byrja við eini greiðari introduktión til havkajakk, útgerð og sjógvin og byggja førleikarnar upp stig fyri stig – við rúmd til bæði túrrógving og eitt sindur av spæli á vatninum.


Innihald á skeiðnum

  • Introduktión til útgerð, klæðir, havkajakk og ár/pagaj

  • Rættan lyftiteknikk

  • Vatntilvenjing og trygd

  • Koma í og úr kajakkini

  • Frammrógving

  • Rógva aftureftir

  • Runttak / fejetak

  • 360° vendingar og rógva í 8-tal

  • Makkarabjarging á grunnum sjógvi

  • Koppa, svimja í land og tøma kajakkina

  • Effektivt stopptak

  • Sculling

  • Makkarabjarging á djúpum sjógvi

  • Sjálvbjarging á grunnum sjógvi

  • Ferðing í náttúruni og atlit til náttúruna

  • Lágt stuðulstak

  • Effektivt afturrór

  • Síðuflyting við trekktaki (upp til 5 m)

  • Síðuflyting við 8-talstaki

  • Sjálvbjarging á djúpum sjógvi

  • Stuðlað grønlendaravending

  • Telemarkssving (low brace turn)


Praktiskt – hetta veita vit

Um neyðugt, kanst tú læna:

  • Turrdrakt

  • Svimjivest

  • Skógvar

  • Havkajakk

  • Ár / pagaj

  • Spraydeck

  • Pumpu

Tú skalt sjálv/ur hava:

  • Skiftiklæði

  • Handklæði (um tú blívur vát/ur)

  • Klæði at vera í undir turrdraktini til dømis 2 løg av:

    • Sveitt-transporterandi ítróttarklæði / ski-undirklæði


IPP2 – næsta stig

Um tú kemur nøktandi ígjøgnum skeiðið, kanst tú bíleggja og keypa eitt IPP2-sertifikat her á heimasíðuni.
Sertifikatið váttar, at tú hevur náð IPP2-støði sambært IPP-standardinum hjá Dansk Kano- og Kajakforbund, og gevur tær eitt gott grundarlag fyri víðari venjing, felagsrógving og dagstúrar í vardum sjóøki.

👉 Les meira um IPP-útbúgvingarnar her:
https://www.kano-kajak.dk/uddannelse-og-kurser/ipp-roeruddannelse/havkajak/

Additional information

Kunning

Vit hava:
Turrdrakt, Svimjivest, Skógvar
Kajakk, pagaj/ár, spraydeck, pumpu

At hava við:
Matpakka. og okkurt heitt at drekka, skiftiklæði, handklæði til um tú blívur vát/ur,

At vera í undir turrdraktini: sveitttransporterandi ítróttarklæði / skiundirklæði

Um tú kemur nøktandi ígjøknum skeiðið fær tú eitt IPP1 certifikat frá Dansk Kano- og Kajakforbund, les meira um IPP útbúgvingarnar á teirra heimasíðu: https://www.kano-kajak.dk/uddannelse/ipp-roeruddannelse/havkajak/

Reviews

There are no reviews yet.

Be the first to review “16 tíma intro/grundskeið í havkajakk (IPP2)”

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.