Havkajakk IPP1 Intro skeið

995 kr.

4-6 tímar kajakk intro skeið. Skeiðið  er fyri at vita um kajakkrógvin er nakað fyri teg.

Tú sleppir at royna teg og fær víst fleiri av grundleggjandi teknikkunum, sum kunnu lætta um at koma í gonda við at rógva kajakk.

Varenummer (SKU): IPP1 Kategorier: , Tag:

Beskrivelse

4-6 tíma Introskeið í kajakk
Skeiðið er ætla tykkum ið ynskja at vita um kajakkrógving er nakað fyri teg.
 ella til tey sum bara vilja hava ein góðan dag saman við vinum ella hinum lutakarunum á sjónum.
 
Dato:  vel í listanum omanfyri
 
staður: Hósvík
 
Á skeiðnum læra vit nøkur heilt grundleggjandi ting um kajakkrógving og trygd á sjónum.
 
 
Skeiðið byrjar við eini introduktión til kajakk og sjógvin.  Á skeiðnum fara vit at læra ymiskar førleikar ið gera kajakkrógvingina lættari, tað verður eisini tíð til eitt sindur av spæli og túrrógving

 

Vit byrja kl. 9 og enda uml kl. 15.

 

Innihald

  • Intro til útgerð, klæðir, Kajakk, ár/pagaj oa.
  • Lyftiteknikk
  • Vatntilvenjing
  • Fara í og úr kajakkini
  • Frammrógving
  • Rógva aftureftir
  • Runttak/fejetak, 360 gradir, rógva í 8-tal
  • Koppa, svimja í land og tøma kajakkina
  • Stoptak
  • Ferðan í náttúruni og atlit til náttúruna
  • Lágt stuðulstak
  • afturrór
  • Síðuflyting við trekktak
  • Síðuflyting við 8-talstak
  • intro til bjargingar

 

Praktiskt
Um neyðugt kanst tú læna:

  • Turrdrakt, Svimjivest, skógvar
  • Kajakk, pagaj/ár, spraydeck, pumpu

Tú skal hava skiftiklæði, handklæði til um tú blívur vát/ur, at vera í undir turrdraktini, sveitttransporterandi ítróttarklæði / skiundirklæði  

Um tú kemur nøktandi ígjøknum skeiðið fær tú eitt IPP1 certifikat frá Dansk Kano- og Kajakforbund, les meira um IPP útbúgvingarnar á teirra heimasíðu: https://www.kano-kajak.dk/uddannelse/ipp-roeruddannelse/havkajak/

Yderligere information

Kunning

Vit hava:
Turrdrakt, Svimjivest, Skógvar
Kajakk, pagaj/ár, spraydeck, pumpu

At hava við:
Matpakka. og okkurt heitt at drekka, skiftiklæði, handklæði til um tú blívur vát/ur,

At vera í undir turrdraktini: sveitttransporterandi ítróttarklæði / skiundirklæði

Um tú kemur nøktandi ígjøknum skeiðið fær tú eitt IPP1 certifikat frá Dansk Kano- og Kajakforbund, les meira um IPP útbúgvingarnar á teirra heimasíðu: https://www.kano-kajak.dk/uddannelse/ipp-roeruddannelse/havkajak/

Dato

21. Mai 2022, 29 .Mai 2022, 17. Juli 2022, 30. Juni 2022 kl 17-21, 3. Juli, 13. Juli, 20. Juli, 26. Juli, 27. Juli, 14. Aug

Anmeldelser

Der er endnu ikke nogle anmeldelser.

Kun kunder, der er logget ind og har købt denne vare, kan skrive en anmeldelse.